Óhoyrt, soleiðis at blanda seg uppí fría samráðingarrættin. Tá ið Høgni Hoydal reypar um “milliardina”, sigur hann samstundis, at fiskimaðurin bert skal forvinna sær 400.000 kr. Hetta framgongur týðiliga og greitt í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum, har “ov nógv goldin løn til fiskimenn” er meginparturin av tilfeingisrentuni, sum skal í landskassan.
Landsstýrismaðurin veit, at høvuðsfortreytin fyri “milliardina” er, at hýran hjá fiskimanninum í mesta lagi skal vera 400.000 kr um árið. Landsstýrismaðurin hevur reypað av, at nýggja lóggávan fer at geva landskassanum eina heila milliard. Í staðin fyri at spyrja landsstýrismannin um brotin lyftir, gevur útvarpsmaðurin honum fría mikrofon at proklamerað, at nýggja lógin gevur fiskimanninum eitt “heilt annað grundarlag”. “Tað er óneyðugt at fáa stríð um”, sum hann málber seg. Ógvusligi lønarniðurskurðurin hjá fiskimonnum órógvar ikki landsstýrismannin. Provokatión rópar landsstýrismaðurin tað. Landsstýrismaðurin, sum við lóggávu skuldi frítaka fiskimenn fyri at gjalda fyri uppboðssøluna, gevur nú reiðarunum skuldina fyri, at manningarnar fáa stóran lønarmiss.